Jambalaja: Til minnis um Charley Pride

Published: Dec. 19, 2020, 3:43 p.m.

Í sendingini í dag minnast vit høgt virda countrysangaran Charley Pride, sum doyði farna leygardag. Vit spæla onkran nýggjari sang, nógvar gamlar og nakrar jólasangir. Eisini verður pláss at gera vart við, at tað í dag eru 100 ár síðan "Little" Jimmy Dickens var borin í heim. Lagt til rættis: Ingi Samuelsen.