Jambalaja: Simpson og The Day the Music Died

Published: Feb. 6, 2021, 2:18 p.m.

Í Jambalaja í dag hoyra vit burtur úr nýggju bluegrass-fløgunum hjá Sturgill Simpson, vit hoyra eisini nýtt frá Bellamy brøðrunum og so hoyra vit eina nýggja innspæling av "American Pie", sum Don McLean hevur gjørt saman við sangbólkinum Home Free í sambandi við at tað í ár eru fimmti ár síðan sangurin var at hoyra á fyrsta sinni. Lagt til rættis: Ing Samuelsen.