Jambalaja: Nýtt tilfar og ein 75 ára føðingardagur

Published: Oct. 24, 2020, 2:11 p.m.

Í sendingini í dag verður mest nýútgivið tilfar at hoyra. Vit spæla eisini sangir við Jeannie C. Riley, ið júst er farin um tey 75 árini. Vit hoyra eisini tríggjar sangir úr einum nýggjum tónleikafilmi og enda við eini óvæntaðari útgávu við Jamey Johnson. Lagt til rættis: Ingi Samuelsen.