Jambalaja - Hank sr. & Buddy Cannon 75

Published: April 23, 2022, 2:45 p.m.

Í Jambalaja í dag hoyra vit nakrar góðar nýggjar sangir, men fara eisini at gera vart við eina 75 ára gamla upptøku og ein dugnaligan framleiðara, ið fylti 75 í vikuni. Harafturat hoyra vit málið í tveimum av eftirkomarunum hjá Conway Twitty og Loretta Lynn og hoyra at enda eina søgu um eitt samstarv millum George Jones og southern rock bólkin Blackberry Smoke.